Rútmulið

Í Havnar Fimleikafelag kannst tú frá 1. flokki, velja millum Rútmu- og Amboðslið, ella tú kannst velja at ganga til bæði.

Rútmuliðini venja grundvenjingar og gera seriur. Øll Rútmuliðini venja áleið somu grundvenjingar, men tað kann verða sera ymiskt hvørjar seriur tey gera.

Hetta er alt eftir hvat venjarin leggur seg eftir.

Í 2005 valdi HF at fara nýggjar leiðir, soleiðis at øll Rútmuliðini, eisini breiddin, venja grundvenjingar til estetiskan fimleik. ( sí frágreiðing um estetiskan fimleik) Við hesum vónar felagið at bindiliðið millum breiddina og kappingarliðini kemur at síggjast aftur.

Liðini venja øll eina ferð um vikuna.

Tá vit tosa um rútmulið, verður hugsað um 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10 flokk, gentur 17 ár +, gentur 17 ár fyrrv kap, kvinnur 20 ár +, kvinnur 35 ár +, kvinnur 45 ár + og Hip Hop lið.

Øll liðini eru við til árligu framsýningini, tá fimleikaárið endar.

Liðini Hip-Hop, kvinnur 20 ár +, kvinnur 35 ár +, og kvinnur 40 ár + gera tó kki estetiskar grundvenjingar. Kvinnuliðini hella meira yvir til venjingarháttin hjá „Kom í Form“ liðunum, men hava kanska fleiri samansetingar av rørslum. Harumframt verða seriur vandar. Hip-Hop talar fyri seg.

Liðini halda til í høllini á Stórheyggi, í Løgmannabreyt og í FIMI

Samskiparar fyri hesi lið eru: sí leinki
Hold i dag

Instagram